Endiliga eydnaðist tað Skála at fáa alt í Gøtu

Stríðið var intenst, málini fín og gøtumenn spældu avgjørt ikki sum botnliðið, ið talvan boðar frá, at teir eru eftir seks tey fyrstu umførini

GÍ-SKÁLA

Tað var undirhald fyri allar pengarnar í Gøtu sunnudagin. Skálamenn høvdu undan sunnudegnum ongantíð vunnið í Gøtu, og tey hagtølini vildu teir ógvuliga fegnir gera av við. Tað eydnaðist.
Skála vann 3-2. Sigursmálið fingu teir fýra minuttir undan leikloki. Tað skoraði miðvallarin Pætur Dam Jacobsen. Harvið gjørdist hann tvífaldur málskjútti og dagsins skálamaður. Havnarmaðurin, sum flutti úr AB og til Skálar undan hesum kappingarárinum, hevði ikki frammanundan skorað mál fyri Skála.
Sigursmálið átti GÍ verjan sín part í. Arbeiðssami og altíð vandamikli Jónhard Frederiksberg vann bóltin av teimum í høgra borði, legði innfyri í brotsteigin, har Pætur Dam Jacobsen var so mikið leysur, at hann kundi smekkað bóltin framvið nýggja GÍ málverjanum, Marcel Dawid, sum fleiri ferðir vísti, at hann er fongur fyri GÍ.
Tá ið Skála fekk sigursmálið hevði tað í tjúgu minuttir verið rættuliga tætt, spennandi og nervapirrandi. Bæði liðini vóru álopssinnað, og tað kann væl vera, at tað vóru teir á heimaliðnum, sum høvdu verið næst við at fingið mál. Men marginalirnir vóru ikki við botnliðnum.
Soleiðis gongst tað so ofta, og tá ið teir í Gøtu nú hyggja at støðutalvuni, so iðra teir seg grønar um, at teir ikki tóku av, tá ið gyltu møguleikarnir fyri størri leiðslu vóru har fyrstu løtuna í seinna umfarinum.
Undan steðginum kom bara eitt mál. Skálamenn hildu, at brotssparkið, sum GÍ fekk, tá ið eitt korter var farið, var bíligt, men tað órógvaði ikki Súna Olsen, sum sendi bóltin framvið Vlada Filipovic. Hann var óførur millum stólparnar, og hann var heldur ikki hesa ferð minni óførur sum sjónleikari.
Hjá GÍ var Popczynski einsamallur á toppinum, meðan Súni Olsen var fremstur á yvirmannaða miðvøllinum, har Kaj Ennigarð og stutt eftir steðgin Símun Louis Jacobsen var eyka garantur frammanfyri miðverjarnar. GÍ legði meiri ágangandi fyri, men sum fyrra umfarið leið, eydnaðist tað skálamonnum at fóta sær. Teir høvdu møguleikar at gera mál, men tað eydnaðíst ikki.
So var tað, at GÍ stutt eftir steðgin fekk tveir møguleikar. Í fyrra umfarinum var møguleikin hjá Popczynski kanska ikki so stórur, tí vinkulin var so spískur, men í seinna førinum átti hann at havt økt um leiðsluna. Súni Olsen sneiddi í vinstru framvið fleiri, áðrenn hann legði upp á tvørs, men mitt fyri málinum og innanfyri brotssparksblettin sendi Popczynski úr góðari støðu og í beinið á málverjanum. Spælandi GÍ venjarin iðraði seg, og tað var væl skiljandi, tí GÍ mál stutt eftir steðgin kundi havt heilt aðra leikgongd við sær enn hana, sum nú tók seg upp.

Vøkur mál
Skála var omaná fyrra partin av seinna umfarinum. Gøtumenn stríddust og arbeiddu væl, men tað var eingin ivi um, at Skála liðið var betri skipað, og at breiddin var størri, enn hon var hjá GÍ, sum ikki á sama hátt sum Skála megnaði at varðveita bóltin.
Ferðin var høg, eftiransingarnar tættar. Miðverjin Milic Curcic, sum í sambandi við deyðbóltsstøður ofta var gestur í GÍ brotsteiginum, javnaði, og talan var um vakurt mál. Eftir hornasparksinnlegg úr vinstru var miðverjin hægstur uttarlaga í brotsteiginum, og bólturin brast í nettakið heilt uppi í handara krókinum.
Tá hevði Skála orduliga fatur í rætta endanum, og tá ið teir tíggju minuttir seinni løgdu seg framum, tóktist spurningurin heldur vera, hvussu stórur sigurin fór at vera heldur enn, hvør fór at fáa stigini.
Pætur Dam Jacobsen átti 2-1 málið. Eftir uppspæl í høgru og innlegg, sum fór í hitt borðið, gøtumenn sparkaðu út frá, og av brotsteigarmarkinum smekkaði miðvallarin umvegis stólpan og í kassan. Tað var ikki sørt, at málið minti um tað, sum Hanus Thorleifsson, ið orsaka av skaða ikki var við hesa ferð, skoraði í Klaksvík.
Sigursrómurin tevjaðist millum skálamenn, men GÍ fekk um endan aftur. Súni Olsen javnaði við fínum stútara, eftir at Áslakur R. Petersen hevði lagt innfyri, og so var aftur púra opið.
Taklingarnar vóru nógvar og ikki altíð so vakrar. Tað bar við sær, at síðuspælarin hjá Skála í høgru, Bjarni Jørgensen, noyddist skaddur av vøllinum.
So var tað, at Pætur Dam Jacobsen enn eina ferð gjørdi um seg, og hóast GÍ síðstu løtuna tveitti alt fram, so noyddust teir enn eina ferð at ásanna ? fyri fjórðu ferð í ár ? at teir høvdu tapt tepurt, og at Skála telist millum toppliðini, meðan GÍ einki lið hevur undir sær á støðutalvuni.