Endiliga fríkend

Týsdagin vóru ein kvinna og ein maður, sum hava sitið fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg inn á børnini hjá kvinnuni, endaliga fríkend av Landsrættinum. Nú verður arbeitt við at reisa endurgjaldskrav.

Tey hava vitað tað leingi, at Eystari Landsrættur í gjár fór at fríkenna tey fyri at hava gjørt seg inn á børnini, men tað varð tó ikki fyrr enn á rættarfundinum í gjár, at tað veruliga gekk upp fyri tey bæði dømdu, at tey nú eru endaliga fríkend.

Vil hava børnini aftur
Tey bæði blivu dømd, tí at børnini hjá kvinnuni áður í Føroya Rætti og Landsrættinum hava greitt frá, at mamman og maðurin, sum hon tá livdi saman við, høvdu gjørt seg inn á tey. Seinni hava børnini tikið frágreiðingarnar aftur, og tí vóru kvinnan og maðurin í gjár fríkend í Eystara Landsrætti.
Tann dømda kvinnan, Nina Kruse, hevur sitið 16 mánaðir í fongsul, og hetta var ein sera hørð tíð, har hon varð noydd til at skifta fongsul fleiri ferðir, tí hon ikki fekk verið í frið fyri øðrum fangum.
Tann tíðin, meðan sakarmálið koyrdi, og meðan Nina Kruse sat handan rimar, hevur tikið ógvuliga hart upp á 43 ára gomlu kvinnuna, og hevur millum annað havt við sær, at hon so at siga ikki er før fyri at hava eitt vanligt arbeiði longur.
Nina Kruse sigur, at tað hevur verið ótrúliga hart, men at hon tó ikki hartar børnunum fyri at hava sagt ósatt í rættinum.

Stjúkmamman verður kannað
Tað er nógv, sum bendir á, at tað er stjúkmamman, ið livdi saman við pápanum hjá børnunum, ið hevur noytt børnini til at lúgva um gerðirnar hjá mammuni og táverandi sambúgva hennara.
Børnini hava seinni greitt frá, at stjúkmamman hevði sagt við tey, hvat tey skuldu siga við løgregluna og í rættinum. Hetta, sum børnini søgdu, varð seinni grundarlagið undan avgerðini hjá bæði Føroya Rætti og Eystara Landsrætti um at senda tey bæði handan rimar.
Nú Nina Kruse og fyrrverandi sambúgvi hennara eru fríkend, er spurningurin so, hvat ið nú skal henda. Hjá ákæruvaldinum verður upplýst, at avgerð er tikin um ikki at seta børnini fyri rættan, tí at tey hava sagt ósatt. Hinvegin arbeiðir løgreglan við málinum um stjúkmammuna, sum fekk børnini at siga ósatt, og neyvan er síðsta orðið sagt í tí málinum.

Arbeiða við endurgjaldskravi
Nú tey bæði eru fríkend, arbeiða advokatarnir hjá teimum við at reisa eitt endurgjaldskrav fyri tíðina, ið tey hava sitið í fongsul. Tá ið endurgjaldskravið er reist, leggur ákæruvaldið tað fyri ríkisadvokatin, sum síðani skal taka støðu til, um hann góðtekur kravið, ella um hann vil hava tað avgjørt í rættinum, verður upplýst hjá ákæruvaldinum í Havn.
Bjørn á Heygum, sum er advokatur hjá tí dømda manninum, sigur, at tað skuldi ikki tikið so langa tíð, áðrenn endurgjaldskravið er klárt. Hann sigur, at í slíkum førum tekur man útgangsstøði í nøkrum standardupphæddum, ið eru ásettar fyri hvønn dag, ið viðkomandi órættvíst hevur sitið handan rimar. Í serligum førum kann upphæddin hækkast, og tað metir Bjørn á Heygum so avgjørt verða galdandi í hesum málinum. Tá verður upphæddin vanligani hækkað 25 prosent.

Ógvuliga sjáldsamt mál
Slík mál sum hetta, har fólk verða fríkend, eftir at tey hava sitið fongsulsrevsing, eru tíbetur ógvuliga sjáldsom, sigur Bjørn á Heygum. Advokaturin sigur, at tað er positivt, at tað ber til at koma aftur um aftur og fríkenna fólkini, heldur enn at eitt justitsmorð bara bleiv staðfest.
Bjørn á Heygum sigur, at málið hevur verið sera belastandi fyri tey dømdu, og hann heldur, at rætturin neyvan nakrantíð fær rættað fult upp á mistakið. ? Tað sár, sum tey nú fríkendu hava fingið av hesum máli, lekist neyvan nakrantíð fult og heilt, sigur Bjørn á Heygum at enda.