DANMARK 1. DEILD
Eftir at tað leingi hevur ligið illa fyri, gekk tað í vikuskiftinum betri hjá Fremad Amager. Teir vunnu 2-0 í Risvangen í Århus ímóti FC Aarhus. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki, og í báðum førm vóru føroyingar málskjúttar. Jann Ingi Petersen skoraði stutt eftir steðgin til 1-0, og í yvirtíðini staðfesti Andrew av Fløtum kærkomna sigurin.
Hjalgrím Elttør var ikki á vøllinum í Århus. Jann Ingi Petersen var ímillum teir fyrstu ellivu. Hann var á vøllinum í 65 minuttir. Andrew av Fløtum varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.
Jann Ingi Petersen setti hol á við góðum skoti úr vinstru. Bólturin tók í stólpan, áðrenn fyrsta málið hjá Jan Inga Petersen fyri Fremad Amager var veruleiki. Í 2. hálvleiki royndi heimaliðið at leggja trýst á Fremad Amager. Tað var eftir skjótálop í yvirtíðini, at Andrew av Fløtum staðfesti sigurin. Tey trý stigini, sum Fremad Amager fekk hesa ferð, hava við sær, at liðið lætti sær upp um niðurflytingarstrikuna. Sunnudagin skal Fremad Amager spæla á heimavølli ímóti B 1913, sum er nógv niðast á støðutalvuni.
Í Vejle stendur ikki væl til. Hesa ferð megnaðu teir 1-1 á útivølli ímóti grannunum í Fredericia. At Fremad Amager fekk fult, meðan Vejle bara fekk eitt stig, hevði við sær, at Vejle, sum hevur so glæsiliga søgu at vísa á, nú er undir strikuni og harvið í stórum vanda fyri at flyta niður í triði bestu deildina. Trý lið skulu niður í 2. deild. Í kappingini at sleppa undan niðurflyting eru umframt B1913, FC Aarhus og Vejle Brønshøj og Fremad Amager og so kanska B93, sum hevur 21 stig. Fremad Amager og Brønshøj hava átjan stig, Vejle hevur seytjan stig, FC Aarhus hevur 14 stig, og B1913 hevur átta stig.
Horsens hevur mist ondina
Meðan kappingin var í vetrarfrí, var Horsens við Johan B. Hansen sannførandi oddalið, sm tóktist hava beina kós ímóti superliguni. Síðani hevur gingið illa. Hesa ferð megnaðu teir bara 1-1 á heimavølli ímóti B93, sum ikki hevur verið sannførandi. Javnleikurin hevði við sær, at Horsens datt niður á triðja plássið.
Silkeborg tykist hava beina kós uppaftur í superliguna. Hesa ferð vunnu teir 2-0 á FC Nordjyllandi. Randers vann torføra útidystin í Køge 3-2. Harvið flutti Randers upp á næstfremsta plássið og er harvið á seinna uppflytingar plássinum. Randers og Horsens hava sama stigatal, men málmunurin hjá Randers er betri, enn hann er hjá Horsens.