Endiliga vann Button

Formil 1 koyringin í Ungarn gjørdist tann mest spennandi í langa tíð, og til nøkur fá umfør vóru eftir, sá tað út sum, um spenningurin í HM skuldi gerast uppaftur størri, men endin var status quo í HM, og veitsla í Onglandi.

Formil 1

Jenson Button varð skírdur eitt tað størsta talentið í formil 1, tá hann fyri 113 koyringum síðan koyrdi sína fyrstu koyring fyri Williams liðið, men tað var ikki fyrr enn í dag, at Jenson Button fekk fyrsta sigurin. Bretin, ið byrjaði av 14. plássi koyrdi væl og skilagott í regnið, sirmi og í turrveðri, og vann ein uppibornan sigur. Meðan favorittarnir Kimi Räikkönen, Fernando Alonso og Michael Schumacher allir noyddust at gevast, megnaði Button at gjøgnumføra og kom á mál frammanfyri De La Rosa og Nick Heidfeld. Hetta merkti, at fyrstu ferð í sera langa tíð var hvørki ein Ferrari ella ein Renault millum teir tríggjar fremstu.
Fernando Alonso koyrdi útav eftir, at hann fekk trupulleikar við nýggju dekkunum, tá 18 umfør vóru eftir. Michael Schumacher lá á øðrum plássi, og tað sá út sum, um munurin í HM kappingini fór at verða skorðin niður til trý stig, men so gekk bilurin hjá týskaranum fyri eftir, at hann hevði rent á ein annan bil, og hann gavst við einans trimum umførum eftir.
Kimi Räikkönen lá á fremsta plássi, tá hann skuldi fara eitt umfar framvið Liuzzi, men av onkrari orsøk rendi beint á hann. Men hetta vóru bert nakrar av teimum nógvu hendingunum í hesi hendingaríku koyring.
Tað er eingin ivi um, at sigurin hjá Button man vera ein tann best umtókti í formil 1 í nýggjari tíð. Óhepni bretin hevur so mangan verið tætt við, og at tað endiliga eydnaðist, kann verða neyðuga skumpið, ið veruliga flytur Button upp í millum teir veruligu toppkoyrarnir.



Úrslitið gjørdist hetta

1 Jenson Button Honda10
2 Pedro De La Rosa McLaren-Mercedes 8
3 Nick Heidfeld Sauber-BMW 6
4 Rubens Barrichello Honda 5
5 David Coulthard RBR-Ferrari 4
6 Ralf Schumacher Toyota 3
7 Robert Kubica Sauber-BMW 2
8 Felipe Massa Ferrari 1
9 Michael Schumacher Ferrari (givin)
10 Tiago Monteiro MF1-Toyota
11 Christijan Albers MF1-Toyota
12 Scott Speed STR-Cosworth
13 Jarno Trulli Toyota (givin)
14 Takuma Sato Super Aguri-Honda



Givnir
- Fernando Alonso Renault
- Giancarlo Fisichella Renault
- Christian Klien RBR-Ferrari
- Nico Rosberg Williams-Cosworth
- Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth
- Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes
- Mark Webber Williams-Cosworth
- Sakon Yamamoto - Super Aguri-Honda

Støðan í HM fyri bilførarar eftir Hungaroring
1Fernando AlonsoSpania100
2Michael Schumacher Týskland89
3Felipe MassaBrasilia51
4Giancarlo FisichellaItalia49
- Kimi Räikkönen Finnland49
6Jenson Button Ongland31
7Juan Pablo Montoya Kolumbia26
8Rubens BarrichelloBrasilia21
9Nick HeidfeldTýskland19
10Ralf SchumacherTýskland16
11David CoulthardSkotland14
12Pedro de la RosaSpania10
- Jarno TrulliItalia10
14Jaques VilleneuveKanada7
15Mark Webber Avstralia6
16Nico RosbergTýskland4
17Robert KubicaPóland2
- Christian Klien Eysturríki2
19Vitantonio LiuzziItalia1

Støðan í HM fyri lið eftir Hungaroring
1Renault149
2Ferrari139
3McLaren-Mercedes85
4Honda52
5Sauber BMW31
7Toyota23
8Red Bull Racing Ferrari16
6Williams-Cosworth10
9STR-Cosworth1