Endin nærkast

Hjá kvinnunum fellur avgerðin um silvurið kanska um vikuskiftið, meðan VÍF kann beina seinasta ivan av vegnum móti STÍF

Hondbóltur

Seks hondbóltsdystir skulu avgreiðast um vikuskiftið, og í nógvar mátar sæst, at nú fara seinastu avgerðirnar av álvara at nærkast.

Silvurdystur í Havn
Hjá kvinnunum verður mest áhugaverda uppgerðin ivaleyst í Havn, har Stjørnan vitjar Neistan. Meðan meistaraheitið í kvinnudeildini er avgjørt, er spenningurin um silvurmerkini enn stórur, og tað eru hesi bæði liðini, sum striíða hetta stríðið.
Tað mesta hesum viðvíkjandi kann tí verða avgjørt, um dysturin sunnudagin fær ein vinnara. Spurningurin er bara, hvør hesin verður.
Stjørnan hevur størsta partin á árinum ligið betri fyri enn Neistin, men í løtuni er Neistin eitt stig frammanfyri, tó at tær hava spælt ein dyst meira.
Í teimum trimum undanfarnu uppgerðunum í ár hevur Stjørnan hvørja ferð drigið longra stráið, men meðan avrikini hjá klaksvíkingum hava verið dalandi, hevur tað øvugta verið galdandi fyri Neistan, og so skal heldur ikki gloymast, at tey bæði seinnu árini hevur gongdin verið tann, at meðan Stjørnan hevur vunni teir tríggjar fyrstu landskappingardystirnar á Neistanum, hava havnargenturnar vunnið seinastu uppgerðina millum liðini.
Tveir aðrir dystir eru eisini á skránni. Í Vági er VB stórfavorittur til dystin ímóti Sóljuni, eins og VÍF ivaleyst fær enn ein sigur á kontina, tá tær sunnudagin fara inn á Skála.

VÍF og seinasti ivin
Í Vestmanna ætlaðu tey, at menninir skuldu tryggja sær gullið, tá teir seinasta vikuskiftið tóku ímóti Neistanum. Hetta gekk ikki, men enn hava teir gulu allar trumfirnar á hondini.
Sunnudagin spæla teir tann helst torførasta av eftirverandi dystunum, tá teir vitja StÍF, og vinnur VÍF, er seinasti ivin helst beindur til viks. Júst StÍF hevur tó ofta arga VÍF, tá avgerandi dystir eru leiktir, og tí er ein heimasigur ikki óhugsandi. Um so er, hevur VÍF framvegis allar møguleikar at ogna sær gullið, men so er spurningurin, um tey væl kendu gummibeinini fara at gera seg galdandi.
Tveir aðrir dystir verða á skránni. Leygardagin skal H71 royna at fáa fyrsta sigurin í endaspælinum, tá Tjaldur aðrur ferð innan tríggjar dagar vitjar í Havn, og sunnudagin skal Neistin so royna at halda fast í vónini fyri gullinum, tá teir á heimavølli taka ímóti KÍF.