Endin varð sogin úr húsunum

Fólk høvdu ampa av einum gomlum húsum í nátt

Tað hevur verið fitt av vindi í gjár og í nátt og í gjár fekk løgreglan einar fýra fráboðanir um ymiskt, sum var farið av vindi, okkurt spælihús, umframt at ein treylari var koppaður, og ymiskt annað, men talan var ikki um nevnivert av skaðum.

 

Men løgreglan fekk eisini fleiri aðrar fráboðanir um ymiskt, tey høvdu ampa av, byggitilfaar, trampolinir, og annað, sum tey ikki hildu, var nóg væl tryggjað.

 

Eitt, sum nógv fólk hava ampa av, eru gomul hús, sum standa í at kalla hvørjari bygd, men sum eingin býr í, og sum ikki altíð eru so væl hildin, men fella í órøkt. Og løgreglan sigur, at í nátt fingu eini av hesum húsunum í Elduvík skaða. Løgreglan sigur, at annar endin var at kalla sogin úr húsunum, so har hava fólk gingið í nátt og tikið alt tað leysa upp so at tað ikki skuldi fúka í vindinum og elva til fleiri skaðar.

 

Løgreglan hevur eisini fingið einar seks, sjey aðrar fráboðanir um stormskaðar, men talan hevur bara verið um smáttarí.

 

Nú veturin stundar til, og vit longu hava havt tann fyrsta stormin, hevur løgreglan eisini heitt á fólk um at taka alt upp, sum liggur leyst, so at tað ikki verður tikið av vindi og elvir til skaða.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt á øllum økjum í nátt.