Endurgjaldið er ov lítið

Tað sigur Stuðulsbólkurin fyri 22. juli. Bólkurin heldur ikki, at 3,168 milliónir er nóg nógv í endurgjaldi til folk, sum kanska ikki gerast arbeiðsfør aftur.

Men norska login sigur í løtuni, at endurgjald hevur eitt ovara mark á 40 ferðir grundupphæddina í fólkatrygdini, sum altso svarar til 3,168 milliónir krónur.

Tað hevur týdning, at staturin tryggjar, at øll fáa tað endurgjald, tey hava krav upp á. Tað merkir, at vit mugu hyggja nærri at 40 G-regluni. Tað verður ikki gjørligt at fáa pengar frá gerningsmanninum. Í fleiri forum er talan um ungdómar, sum eri illa skaddir, og teir hava krav upp eitt størri endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku eitt langt lív. Og tá er eitt endurgjald á 40 G als ikki nóg mikið, sigur Tove Selbekk, næstforkvinna í Støttegruppen for 22. juli.

Stuðulsbólkurin sigur, at tað era v týdningi, at ikki bert tey skaddu frá Utøya og Stjórnarkvarterinum fáa eitt størri endurgjald, men eisini folk yvirhøvur, sum eru útsett fyri harðskapi.

Vit ynskja ikki nakra serviðgerð fyri 22. juli-ofrini, men at endurgjaldið verður goldið av statinum til øll, sum eru fyri harðskapi og verða illa skadd, sigur Tove Selbekk.

Leiðslan í stuðulsbólkinum hevði longu 5. september fund við forkvinnuna í 22. juli-nevndini, Alexandra Bech Gjøv.

Vit eru sloppin at koma við nógvum hugskotum um tað, sum hevur týdnikng fyri okkum. Vit gleða okkum at hitta nevndina aftur og hesaferð allar limirnar, sigur Tove Selbekk við norska Aftenposten.