Endurhoyr hæddarpunktini ímóti Luksemborg (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í 3-2 sigrinum ímóti Luksemborg

Føroyska U20 manslandsliðið í flogbólti gjørdi eitt ótrúligt comeback ímóti gullvinnarunum, Luksemborg í høllini á Hálsi í dag.

 

Luksemborg var á odda 2-0 í settum. Fyrsta settið vann Luksemborg so greitt sum 25-12, og næsta settið vunnu teir 25-20, og tað sá einki út hjá føroyska liðnum.

 

Men so reisti føroyska liðið seg. Triðja settið vunnu okkara menn 25-22, og fjórða sett vunnu føroyingar so greitt sum 25-18. Fimta og avgerandi settið, sum var ein sannur gysari vunnu føroyingar 15-13, og harvið ein flottan 3-2 sigur, sum tó ikki gav meir enn eitt ógvuliga heiðurligt silvurheiðursmerkið.

 

Fyrr í dag vann Ísland 3-0 á Skotlandi (25-17, 25-16 og 25-14). Sigurin tryggjaði íslendingum bronsuna.

 

Luksemborg vinnur gull við sjey stigum, Føroyar vinna silvur við seks stigum, og Ísland vinnur bronsu við trimum stigum. Skotland endar aftast við tveimum stigum, sum teir fingu í 3-2 sigrinum á Føroyum ígjár. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Óla G. Samuelsen á Rás2, tá hann segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Hans Fróði Jensen var viðmerkjari, og Hans Fróði tók eisini samanum kappingina, og eitt samlað gott avrik hjá føroyska U20 manslandsliðnum í flogbólti.

 

Samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi aftaná dystin við Magnus Tausen, formann í FBF, Samuel Marinho Navais, libero hjá Luksemborg, Andreas Luði Reinert Zachhau, hagtalsman og Hans Simonsen, hjálparvenjara hjá U20 landsliðnum kunnu hoyrast HER