Endurnýtsla gav 190.000 krónur til tey fátækastu

Endurnýtsluhandilin Iktys, ið heldur til í Køkubúðini í Havn, lat í 2015 190.000 krónur til tey fátækastu í heminum. Tað upplýsir handilin í tíðindaskrivi í dag.


Iktys er ein av 123 endurnýtsluhandlunum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar. Teir 123 handlarnir savnaðu í 2015 tilsamans 23,1 milliónir krónur gjøgnum sølu av endurnýtslu. Allur peningurin verður latin teimum fátækastu í heiminum.


- Í Iktys starvast nakrar og tríati óløntar konur ein dag um vikuna, summar ein dag aðruhvørja viku, við at sortera, prísmerkja og hanga rein og nýstrokin klæðir út í handilin og hava opið 13.00 – 17.30 mánadag til fríggjadag, leygardag 11.00- 14.00. Og ein maður, sum heimanifrá tekur sær av prísmaskinum og øðrum, skrivar stovnurin í tíðindaskrivinum.