Endurnýtsluframsýning

Hesa vikuna hevur listamaðurin Eli Smith havt temaviku við list fyri næmingunum á Føroya Fólkaháskúla.

Vikan endar í dag við eini sera øðrvísi framsýning klokkan 14 í dag. Framsýningin verður úti.

Skúlin hevði ein vatnskaða, sum hevði við sær, at allar loftspláturnar á eini gongd vórðu skiftar út. Og í staðin fyri at koyra pláturnar burtur, vórðu nakrar tiknar frá, og teir 13 næmingarnir hava málað myndir á pláturnar.

Mánadagin vóru næmingarnir í Sandagerði og royndu seg sum istafólk, sum myndin vísir.