Mánadagin og týsdagin stóð ein 20 ára gamal maður ákærdur í Føroya Rætti fyri at hava koyrt skilaleyst og harvið komið seks barnagarðsbørnum í lívsvanda.
Maðurin játtaði seg sekan, men tó ikki fyri við vilja at hava komið børnunum í vanda.
20 ára gamli maðurin segði í rættinum, at hann ikki mintist, hvussu skjótt, hann hevði koyrt, tá hann misti tamarhald á bilinum, men helt at tað mundi vera um 50 km/t.
Fyrihildin, at hann í avhoyring um hendingina dagin eftir, at óhappið var farið fram, hevði sagt, at hann koyrdi millum 60 og 70 km/t segði hann, at hann helst hevur sagt so.
Fyrrpartin týsdagin endurskapti politiið so hendingina uppi á Flatnarvegi.
Vegurin varð avsperraður meðan politiið í einum trimum-fýra umførum koyrdi teinin, ið ungi maðurin hevði koyrt.
Einir seks politistar vóru við í endurskapanini, umframt ákærin, Linda Hesselberg, verjin, Poul Hansen og dómarin Jonas Tei. Við var eisini ákærdi maðurin, ið leiðbeindi politinum um, hvussu hann hevði koyrt.
Tað er sjálvandi ilt at gita um, hvussu skjótt ein bilur koyrir, men í seinnu testkoyringunum koyrdi bilurin í minsta lagi teir 70 km/t, ið ákærdi maðurin hevði sagt frá.
Endurskapanin vardi í umleið ein tíma, men tá sluppu bilar at koyra ígjøgnum við jøvnum millumbilum.
Sambært vitnum kom maðurin koyrandi oman eftir Flatnavegnum, tá hann knappliga misti tamarhaldið á bilinum, ið snaraði runt og endaði yviri í hinar koyribreytini við bakendanum vendandi oman eftir.
Hann rendi inn í flokk av barnagarðsbørnum, og seks teirra fingu størri og minni skaða.