Í dag verður ein spildurnýggjur endurskinsvestur frá Guðrun & Guðrun at fáa til keyps kring alt landið. Tað eru Tryggingarfelagið Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum hava heitt á G&G um at framleiða vestarnar, so vaksin eisini skulu tíma at brúka endurskinsvest.
Guðrun og Guðrun hava sniðgivið vestarnar, sum verða at fáa í svørtum og gráum fallskíggja-toyi við einari smalari endurskinsrípu á kantinum og tveimum smølum strípum á rygginum.