Endurtøka er lykilin til positivar tankar

Bæði arbeiðsumhvørvið og privata lívið verður betri við positvari hugsan, sigur Carsten Sommerskov, sum í farna viku savnaði føroyingar í hópatal um positivar tankar

POSITIVT

?Hyggi runt í rúminum við brillunum hjá einum reingerðarfólki; hygg síðani runt í rúminum við brillunum hjá innrættingararkiteki. Og til síðst hyggi tit so runt í hesum rúminum og hugsi tykkum, at tit skuldu selt innbúgvið á einari uppboðssølu.?
Soleiðis byrjaði Carsten Sommerskov skeiðið hjá sær á Hotel Føroyum síðsta fríggjakvøld.
Hendan venjingin hevði til endamáls at vísa, hvussu fólk hugsaðu. Síggja fólk møguleikar ella trupulleikar ? positivir ella negativir tankar.
Fólk, sum eru positiv, liva bæði betri og longri enn teirra negativu medmenniskju. Tískil kann gott loysa seg at gerast meira positivur. Ja, hetta gevur heilt einfalt betri lívsgóðsku.
Hetta er boðskapurin hjá Carsten Sommerskov. Hann er 52 ára gamal og býr í einari lítlari bygd á Sælandi. Hann hevur sett á stovn og er stjóri fyri fyritøkuna Vækst, sum arbeiðir við skeiðum sum hesum í at fáa fólk at hugsa positivt og at læra fyritøkur og privat persónar at fáa meira burturúr dagligdegnum.
Upprunaliga er hann útbúgvin sjúkrasystir í teimum døgum, tá hetta starv kallaðist sjúkrasystir. Har arbeiddi hann saman við krabbameinssjúklingum, sum skuldu doyggja. Her byrjaði at fáast við mentala venjing, og tað gjørdist so byrjanin til hansara komandi livibreyð. Tað byrjaði í smáum í 1979, og síðani 1988 hevur hetta verið fulltíðarstarv.
?Í dag brúki so at siga einki av tí, eg lærdi sum sjúkrasystir. Eg nýti tað, eg havi lært so við og við, sigur Carsten Sommerskov, sum eisini hevur verið á einum ótal av skeiðum sjálvur.
?Eg velji bert at fara til tey bestu av teimum bestu skeiðunum, sigur Carsten Sommerskov.
Á hesum skeiðum halda menn sum Al Gore fyrilestrar.

Góð undirtøka
Í Føroyum er eingin Al Gore, men Carsten Sommerskov hevur hildið skeið fyri nógvum fólkum í Føroyum.
Hann letur væl at undirtøkuni í Føroyum. Hetta, við at halda fyrilestrar fyri nógvum fólkum, er ikki nakað nýtt fyri Carsten. Umframt at halda skeið fyri og arbeiða saman við stórum donskum fyritøkum, so nýtir hann oftani styttri skeið sum hetta fríggjakvøldið.
?Í oktober havi eg leigað Cirkusbygningen í Keypmannahavn, har pláss er fyri einum 1.500 fólkum.
Vit eru ikki 1.500 á Hotel Føroyum fríggjakvøldið, men eini 150 fólk vóru komin saman.
Og maðurin dugdi at fáast við fólk. Fyrst í umleið hálvfems minuttir tosaði hann út í eitt. Hann undirhelt og rúnarbant ein stóran part av áhoyrarunum. Ikki tí. Onkur stakk av í steðginum.
Og fólkið var rættiliga undirhildið. Láturin rungaði stundum, og fólk vóru skjótt út fyri at ogna sær bøkur og fløgur, sum Carsten hevur givið út í hópatal við positiva boðskapinum.
Retorikkurin hjá Carsten er imporandi, og hansara teknikkir og teori ógvuliga einfaldar. Og kanska hetta fær onkran at hugsa positivari. Summi hildið hetta vera júst tað, men onnur hildu talan vera um nakað fjas, sum ein og hvør kann siga sær sjálvum.
Tríggjar tímar langa skeiðið hjá Carsten Sommerskov fríggjakvøldið var í tveimum pørtum. Eftir steðgin snúði tað seg um, hvussu hetta við positivari tilveruna kann fáast at virka við ymsum metodum og venjingum.
Og sambært Carsten er uppskriftin til positivari tankar og positivari lív einføld.
?Endurtøkan er lykilin. Tað sær kanska ikki altíð so vakurt út, men tað er neyðugt at gera tað umaftur og umaftur, sigur Carsten. Og fyri teimum mongu áhoyrarunum fríggjakvøldið sigur hann:
?Dette er mental træning, og det virker.