Fótbóltur
Tað var kanska eitt hugskot, um teir hjá EB/Streymi bara hildu venjingarlegu á Sandoynni um høgtíðina. Eftir at hava spælt í steypakappingini mikukvøldið, er tað hesa ferð í landskappingini, at teir skulu royna seg.
Hjá B71 er ein munur hesaferð, at Símin Hansen aftur er tøkur, eftir at hann hevur sitið leikbann av sær. Og hartil er spurningurin, um Rasmus Nielsen eisini er komin fyri seg.
Hjá EB/Streymi eru somu spælarar tøkir, sum vóru við í javnleikinum mikukvøldið. Spurningurin her er kanska meira, um gestirnir sunnudagin í størri mun leggja seg eftir øllum trimum stigunum. Í eini hálvfinalu í steypakappingini er javnleikur á útivølli eitt væl brúkiligt úrslit. Men tó at fá lið fáa nakran lættan dyst á Sandi í ár, so er talan alt annað líka um ein dyst av tí slagnum, sum helst skal geva trý stig.