At Finni Helmsdal ikki dámar Sosialin og fólkini, ið her starvast, tað hevur hann so ofta víst, bæði í skrift og talu. Men harfyri at fara at pástanda, at hann »ikki hevur fingið innivst fyri sínum greinum í Sosialinum í fleiri ár...«, tað er ein loddrøtt lygn, framborin av einum løgtingsmanni á landsins hægsta palli.
Hví Finnur Helmsdal førir seg so ómansliga at, skilja vit ikki rættiliga. Dimmalætting fekk eisini toyggið hendan dagin, nú teir sambært sama tingmanni heldur ikki vilja prenta hansara lesarabrøv.
Hóast vit bara kundu ypt øksl, tá slíkt vrøvl verður framborið av einum fólkavaldum, so fellir hetta okkum kotrini fyri bróstið. Tí tað er sera vandamikið fyri fólkaræðið, tá ein fólkavaldur persónur soleiðis púra úr leysum lofti sleingir um seg við ósonnum skuldsetingum, bara tí at hann av eini ella aðrari orsøk hevur fingið ilt eyga á einstakar persónar ella fyritøkur. Tað sum serliga órógvar okkum er, at hetta ikki er fyrstu ferð og ikki einastu lygnirnar, sum sami tingmaður førir fram um Sosialin og tess starvsfólk.
Øll eru sjálvsagt vælkomin at senda viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin eisini Finnur Helmdsdal og øll onnur tingfólk. Sjálvsagt fara vit ikki at útihýsa persónum og so als ikki av politiskum orsøkum. Hóast onkur kortini kundi freistast til ikki at verið so vinarligur, tá fólk føra seg fram so niðrandi, so ófólkaliga og so órættvíst, sum Finnur Helmsdal ger, so skal hann vita, at hansara framferð eftir okkara tykki sigur meira um hann enn um okkum.
So um tað er sinninum, sum tingmaðurin ikki kann stýra, so eigur hann at vita, at sum fólkavaldur løgtingsmaður eigur hann at læra seg at stýra sær serliga væl, tí tað forpliktar at vera fólkavaldsins umboðsmaður.
Tað er sera vandamikið, tá fólkavald fólk fara fram við lygnum fyri at røkka egnum málum. Tað eigur Finnur Helmsdal at skriva sær aftan fyri oyrað!