Enekk nærkast jørðini

Nýggj fløga við bólkinum Enekk

Fjórða fløgan hjá bólkinum Enekk er nú komin út. Hon ber heitið »Meðan vit nærkast jørðini«, og á fløguni eru níggju sangir og fýra instrumentalløg.
Óli Olsen og Kári Sverrisson hava gjørt øll løgini uttan eitt, ið Kári Sverrisson og Magnus Johannessen hava gjørt.
Flestu tekstirnir eru nýskrivaðir tekstir á føroyskum hjá Kára Sverrissyni, men týddir tekstir hjá trimum útlendskum yrkjarum verða eisini nýttir: yrkjararnir eru Federico García Lorca, Snorri Hjartarson og Arseniy Tarkovsky.
Tey, ið eru við á fløguni, eru: Óli Olsen, flygil og rhodes - Kári Sverrisson, sang og kassagittarar - Mikael Blak, kontrabass og akkustiskan bass - Heðin Z. Davidsen, ravmagnsgittar - Rógvi á Rógvu, trummur og ásláttur - Anelia Blagoeva Philbrow, upplestur - Pete Tilley, jarðarlúður - Unn Paturson, sang - Valeri Dimchev, tambora og Desislava Dimcheva, sang.
Fløgan er upptikin í Útvarpshøllini, Norðurlandahúsinum og á Argjum og varð lutvíst ljóðblandað á Argjum og lutvíst í Air Play Studios í Århus. Upptøkufólk vóru Jan Zachariassen, Jónheðin Tróndheim og Jónas Bloch Danielsen. Ljóðblandarar vóru Árni Bergmann, Jonas Møller og Jónheðin Tróndheim.
Justin Philbrow og Kári Sverrisson gjørdu húsan, og fløgan er margfaldað í Týsklandi.
Mentanargrunnur Landsins, Fjølrit, FØT og Gramex stuðlaðu útgávuni.
Tað er Tutl, ið stendur fyri útbreiðsluni av fløguni.