Engell: Støjberg er á veg úr Vinstra hóast stuðul

Tað eru tungvektarar í fólkatingsbólkinum hjá Vinstra, sum stuðla Inger Støjberg. Men hon er kortini á veg úr Vinstra, heldur viðmerkjari.

 

Inger Støjberg er eftir øllum at døma á veg úr Vinstra.

Tað heldur Hans Engell, politiskur viðmerkjari í Danmark, eftir at ein meiriluti í Fólkatinginum – teirra millum meirilutin av tingbólkinum hjá Vinstra – hevur gjørt av, at tey fara at atkvøða fyri einum ríkisrættarmáli ímóti henni.

– Eg haldi, at hon er á veg úr Vinstra, og eg haldi, at hon fyrst fer at vera leysgangari í eina tíð, sigur Hans Engell.

– Tað er einki, sum bendir á, at hon hevur ætlanir um at gevast sum politikari, og eg havi ilt við at síggja, at hon skuldi sitið á aftasta beinki, sigur viðmerkjarin.

Boðini koma, eftir at eitt nú Javnaðarflokkurin og Vinstri hava boðað frá teirra støðu viðvíkjandi einum ríkisrættarmáli ímóti Inger Støjberg.

Javnaðarflokkurin atkvøður fyri, meðan Vinstri eisini er fyri einum ríkisrættarmáli, men her verður ikki kravt, at allir limir atkvøða sum flokkurin. 9 av 41 fólkatingslimum hjá Vinstra fara at atkvøða ímóti einum ríkisrættarmáli.

Millum teirra eru nøvn sum Preben Henriksen, Kristian Pihl Lorentzen, Britt Bager umframt Støjberg sjálv.

– Tað eru fólk við tyngd í bólkinum, sum hava valt at atkvøða nei. Tað eru bestemt ikki fólk uttan týdning, sigur Hans Engell.

Kortini metir Engell ikki, at Støjberg fer at velja at vera verandi í flokkinum.

– Trupulleikin er jú eitt sindur, at tað er ikki stuttligt at sita í einum fólkatingsbólki, sum longu frammaundan er í djúpari kreppu, og har floksformaðurin í mong ár og forsætisráðharri í mong ár, Lars Løkke Rasmussen, hevur meldað seg úr.

– Tú vilt hava eitt ríkisrættarmál, sum eftir øllum at døma fer at koyra í hálvtannað ár, og tað er jú ikki stuttligt at sita í einum tingbólki, sum longu hevur dømt teg seka, sigur hann.

Men nær hon fer at melda seg úr flokkinum er trupult at døma um, heldur Hans Engell.

Líka mikið hvat, so stendur floksformaðurin, Jakob Ellemann-Jensen, veikari eftir hetta.

– Flokkurin er í djúpar kreppu. Nú fer Løkke, og tað loysir einki. So hava vit Inger Støjberg og ein ríkisrætt, og tað fer heldur ikki at hjálpa Vinstra at fáa veljarar. Tvørturímóti fara mong at vera samd við Støjberg og til reiðar at fara við henni úr flokkinum, sigur hann.

/ritzau/

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Hans Engell