Enn ber til at keypa atgongumerki

Atgongumerkjasøla til Voxbotn 2022 er við dyrnar

Vágsbotn byrjar so smátt at fyllast og trappan verður væl gagnýtt. Frálíka veðri sær eisini út til at halda sær út á kvøldið og náttina. Um tú ikki hevur ognað tær atgongumerki, og hevur hug at koma oman at njóta góða veðrið og tónleikin, so ber tað framvegis til.

 

Á Voxbotn.fo ber til at síggja kort yvir økið, lesa skránna, hoyra Voxbotn spælilistan og lesa um tónleikarnar.