Enn ein avrætting

Meðan fleiri amerikanskir statir aftra seg við at fullføra deyðadómar, hevur Taxas longu framt sína triðju avrætting síðani á nýggjárinum. Tað hendi seinastu nátt, tá tann 31 ára gamli Christopher Swift bleiv tikin av døgum við einari eiturinnspræning. Hann var dømdur til deyða fyri at hava myrt konuna og vermóðurina í 2003. Christopher Swift er sum nevnt tann triði fangin, sum er tikin av døgum í Texas í ar, og ætlandi verða níggju deyðadømdar fangar afturat avrættaðir har í ár.