Enn ein brasilskur spælari til Chelsea

Chelsea og José Mourinho hava stolið Willian frá Tottenham, sum annars vóru um reppið at keypa brasilska miðvallaran Willian.

 

Brasilski miðvallarin er settur til sølu av russiska nýríka Anzhi. Í dag hevur Chelsea kunngjørt, at felagið hevur keypt Willian. fyri áleið 275 milliónir krónur.

 

Av fyrstan tíð var Liveprool favorittur at keypa fyrrverandi Shakhtar Donetsk spælaran, men so kom Tottenham og yvirtalaði bóltsterka miðvallaran at koma til London. Har hevði hann eisini eina læknakanning, men brádliga kom Chelsea og nærmast rændi hann frá Tottenham.

 

-       Hatta er vandin, tá tú hevur eina almenna læknakanning, so vit hini feløgini av tí, segði José Mourinho, venjari hjá Chelsea um “ránið”.

 

Willian kemur at spæla við nummar 22 á rygginum. Willian er fjórði brasilumaðurin í hópinum hjá Chelsea. Hinir eru David Luiz, Ramires og Oscar.

 

Sky Sports veit eisini at siga, at Chelsea roynir at keypa Samuel Eto’o, sum eins og Willian er settur til sølu av Anzhi.

 

Flytingarvindeygað letur aftur mánakvøldið klokkan 23.