Italskur fótbóltur er ávegis enn einaferð at gerast skakaður av match-fixing, har leikarar og umboðsfólk hava tikið ímóti peningi fyri at syrgja fyri, hvat úrslitið í fleiri dystum skal hava verið.
Italska fótbóltssambandið sigur í dag, at talan er um 25 feløg, har 61 fólk - harav 52 leikarar - hava verið við til at ávirka úrslitið í 33 dystum. Tað eru serliga leikarar frá næstbestu deildini, Seriu B, men eisini trý feløg úr Seriu A eru undir illgruna. Tey eru Atalanta, Novara og Siena.
Ákæruvaldið hevur í fleiri mánaðir gjørt kanningar í hesum málinum, sum minnir nakað um sokallaðu Calciopoli-gøluna í 2006, tá ið eitt nú Juventus fekk strikað sítt meistaraheiti og varð flutt niður í næstbestu deildina.
Feløgini, sum hesaferð eru ákærd, eru Albinoleffe, Ancona, Ascoli, Atalanta, Avesa, Cremonese, Pescara, Empoli, Frosinone, Grosseto, Livorno, Modena, Monza, Novara, Padova, Piacenza, Ravenna, Reggina, Rimini, Sampdoria, Siena og Spezia.
Millum teir ákærdu leikararnar er fyrrverandi italski landsliðsleikarin, Cristiano Doni. (myndin)