Tveir átjan ára gamlir sum leikaðu í uttan fyri Glitnir skiltu ikki boðskapin, og vóru settir í brummuna at sissast í nátt. Enn ein nátt við jólafrokostum er farin framvið. Hetta eyðkennir sjálvandi eisini arbeiðið hjá løgregluni, sum varð boðsend til eitt sindur av hvørjum í nátt. Tá vakthavandi kom til arbeiðis í morgun, svóvu tríggir mans í kjallaranum. Tann eini hevði fingið somikið væl upp í høvdið, at hann kundi hvørjam ?gå eller stå?, sum vakthavandi málbar seg. Maðurin hevði gjørt eitt sindur um seg í miðbýnum, og varð noktaður atgongd til eitt skonkistað. Tá hann ikki orkaði at stríðast longur, legði hann seg at sova uttanfyri. Men fólk hildu ikki, at tað var ráðiligt at lata mannin liggja, so hann varð tikin við á støðina, har hann svav rúsin av sær.
Uttanfyri Glitnir var bardagi í umbúnað, tá løgreglan varð boðsend. Tann eini átjan ára gamli drongurin skilti eftir øllum at døma ikki boðskapin og endaði í brummuni. Hetta góðtók vinmaður hansara ikki, og troppaði upp úti í Bronx, har hann kravdi vinmannin útflýggjaðan. Eftir øllum at døma ikki tann stóri diplomaturin, tí hann endaði eisini í kjallaranum. Báðir teir 18 ára gomlu, sum vóru úr somu bygd, svóvu øðina av sær á støðini og verða ákærdir fyri brot á politiviðtøkuna.
Ein maður í 20unum varð eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vesturbýnum. Hann blásti í ballónina, sum vísti eina promillu. Hann missir helst kortið. Eisini var ein tilburður av húsaófriði í Vesturbýnum, har ein ungur drongur millum annað hevði brotið eitt spegl. Støðan var somikið álvarslig, at mamman ringdi eftir løgregluni at koma út at sissa drongin.