Enn ein landsliðsaktuelur spælari fer uttanlands

Sjúrður Olsen fer at spæla við Tønder í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

TM Tønder sum spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini boðar í dag frá á heimasíðu teirra, at tey hava gjørt ein tvey ára sáttmála við føroyska landsliðsspælaran, 24 ára gamla Sjúrð Olsen.

 

- Tá vit fingu møguleikan at fáa Sjúrð vóru vit skjótir at handla. Sjúrður er ein sera spennandi spælari, ið hevur dygdir í bæði verjuspælinum og í álopsspælirnum. Hann flytur seg skjótt og sær støðurnar væl í verjuspælinum, har hann bæði fangar nógvar bóltar hjá mótstøðuliðunum, og so elvir hann eisini til álopsmistøk hjá mótstøðuliðunum. Haraftrat er hann sera skjótur, og hann fer tí at gerast eitt vandamikið vápn í kontraspæli okkara. Og so er hann eisini ógvuliga skottryggur, sigur Michael Wollesen, høvuðsvenjari hjá TM Tønder.

 

- TM Tønder er eitt felag við ambisjónum, og teir hava eitt sterkt venjingarumhvørvið har nógvir evnaríkir spælarar hava ment seg sera jaliga. Eg vóni eg kann gera mun í royndini at fáa góð úrslit, og samstundis taka tey næstu stigini í menningini sum hondbóltsspælari og sum persónur. Tá møguleikin beyðst at fara til Tønder valdi eg at taka av einum uppløgdum møguleika fyri at royna meg á einum hægri støði. Tønder er ein býur har hondbólturin hevur nógv at siga, og eg flyti eisini til Tønder fyri at fáa felagið og býin undir húðina. Eg eri ein spælari sum vil stríðast alt sum eg kann fyri TM Tønder, og eg gleði meg at byrja, og ikki minst at spæla frammanfyri mongu áskoðarunum í Tønder, sigur Sjúrður Olsen. 

 

Sjúrður Olsen hevur higartil spælt 10 A-landsdystir.

 

Staðfestast má, at føroyska A-landsliðið gongur einari spennandi tíð á møti við øllum teimum mongu spælarunum, ið spæla á einum hægri støði uttanlands.