Marianna Holm Jacobsen man vera óhepnasti hondbóltsspælari í Føroyum. Á ungu hondbóltsleið síni hevur hon longu verið fyri nógvum drúgvum skaðum – slitið krossband, slitin liðbond í fótinum, armbrot og síðst, men ikki minst, tá ið hon í apríl í ár varð skurðviðgjørd fyri ógvuliga hættisligan bruna í arminum, sum leyp á vevna og vøddar, og kundi havt við sær, at hon misti armin.
Orsakað av skurðviðgerðini í arminum, so spældi Marianna Holm Jacobsen ikki hondbólt síðsta partin av kappingarárinum í fjør. Marianna, sum um hetta mundið var toppskjútti í føroyskum hondbólti, er vorðin frísk í arminum og hevur upp til hetta kappingarárið fyrireikað seg saman við VÍF-liðnum, haðar hon skifti til eftir at vera heimkomin frá einum hondbóltsævintýri í Danmark.
Marianna hevur glett seg nógv til komandi kappingarár, men nú er tað liðugt longu áðrenn tað er byrjað. Undir venjing mánadagin í síðstu viku meiddi hon sær vinstra knæ. Alt fyri eitt var illgruni um, at talan var um álvarsligan skaða, og eftir at hava verið til nærri kanningar í Danmark, hevur Marianna fingið tey tungu boðini, at krossbandið er slitið, at hon skal skurðviðgerast og ikki sleppur at spæla hondbólt hetta kappingarárið.
- Hetta er ótrúliga keðiligt, tí eg havi verið so ótrúliga spent upp á hetta kappingarárið, nú vit hava fingið nýtt fólk til liðið. Men hóast alt, so kundi tað verið verri, og eg eri takksom fyri tað, ið eg havi. Eg havi ikki fingið nakra álvarasliga sjúku og eg havi ikki mist nakran góðan, so eg havi tað gott í mun til nógv onnur, sigur Marianna.
- Men hyggja vit at hondbóltinum, so er tað ikki stuttligt at sita úti eitt heilt kappingarár. Eg havi sitið fyri meg á áskoðaraplássunum, men eg komi sterkt aftur, sigur Marianna.
Meðan hinir hondbóltsspælararnir í Føroyum fyrireika seg til fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum, so ger 20 ára gamla Marianna Holm Jacobsen nú klárt til sína sættu skurðviðgerð, sum verður tann 12. oktobur.