Enn ein lykladystur við Løkin

Í Runavík kenna spælararnir seg ikki trýstar, nú bara fýra umfør eru eftir. Men kring vøllin verður spenningurin helst so stórur, sum hann sjáldan hevur verið tað fyrr

Tapið hjá HB móti eB/Streymi seinasta vikuskifti bar við sær, at teir ikki í sama mun kunnu leggja trýst á NSÍ nú sunnudagin. Men hóast FM-kapprenningin nú eisini í teori’ini bert snýr seg um tvey lið, so er einki at ivast í, at stóri dysturin hetta vikuskiftið er í Runavík.

HB hevur í sín lut kanska enn meira at spæla fyri, um tað kann sigast so. Tapið sunnudagin bar nevnliga eisini við sær, at bronsudysturin við EB/Streym er alt annað enn avgjørdur, og tí er kravið um trý stig kanska harðari nú, enn tað hevur verið.


Og hjá NSÍ ásannar liðskiparin, Óli Hansen, at talan undir øllum umstøðum verður um sera trupla uppgávu.

- Vit hava havt nakrar lykladystir í seinastuni. Uttan at taka nakað frá eitt nú AB, so var tann á Streymnesi júst ein av tí slagnum. Saman við HB hevði EB/Streymur líka sum lúrt í bakhjólinum, og tí vóru trý stig óhugnaliga týdningarmikil.

- Og aftur hesa ferð hava vit ein dyst, sum er ótrúliga týdningarmikil.

Tit hava støðugt sagt, at tit taka ein dyst í senn. Nú eru bara fýra eftir, og tit eru tvey stig á odda. Er tankin um FM-heitið ikki farin at spæla í høvdunum hjá spælarunum?

- Nei, als ikki. Sum sagt, so er tað aftur hesa ferð ein sera týðandi dystur, sum vit skulu spæla. Og tann uppgávan er tað einasta, sum vit hugsa um.

- At tað er HB, sum vit skulu spæla ímóti, ger heldur ikki spenningin minni. Seinnu árini hava vit ofta spælt bæði tættar og avgerandi dystir móti júst HB, tá árið er farið at halla. Ofta hava teir kanska koppað skeiva vegin, og tí hava vit eina og aleina fokus á akkurát hesum dystinum.

Og kring vøllin. Merkja tit ikki, at vónirnar hjá áskoðarunum eru øktar, so hvørt sum sigur oman á sigur er togaður í land?

- Spenningurin er í øllum førum stórur. Tað merkist væl, at fólk eru spent til sunnudagin, eins og tey vóru tað, tá B36 kom á vitjan seinast. Men eg haldi ikki, vit sum spælarar kenna nakað trýst á okkum. Kanska tí eisini viðhaldsfólkini hava góðtikið, at hjá okkum ræður bara um at taka ein dyst í senn.

Saman við venjaranum og liðfeløgunum kann Óli fegnast um, at allir mans hjá NSÍ tykjast klárir til sunnudagin. Í vikuni hevur fokus verið sett á, hvussu skikkiligir spælararnir eru á vøllinum, og enn hava teir fyrsta leikbannið tilgóðar. Og heldur ikki við skaðum er nakað nevnivert at tosa um. Onkrir smávegis snuddir hava verið, sigur Óli. Men eingin somikið álvarsligur, at luttøkan til sunnudagin er hótt.


Kunnu spæla frítt

Í vikuni stóð greitt, at tað verður uttan Jákup á Borg, at HB skal royna seg í bronsustríðnum. Liðskiparin hevur argast av vøddaskaða í fleiri mánaðir, og nú hevur hann so givið skarvin yvir.

Eisini Rógvi Jacobsen hevur drigist við skaða, men hóast fótliðurin hevur hildið honum frá venjing nú í tvær vikur, so roknar hann tó við, at hann fer at spæla. Og hann er sannførdur um, at enn er nógv at spæla um hjá teimum.

- Vit taka í øllum førum hvørja einastu uppgávu í álvara seinastu dystirnar. Bæði tí vit enn hava bronsuna at spæla um. Men eisini tí nakrir veruligir stórdystir eru á skránni. Ikki minst tann nú sunnudagin.

Undir vanligum umstøðum vildi ein javnleikur í Runavík helst verið eitt gott úrslit. Men Rógvi staðfestir, at vit ikki skulu rokna við at síggja eitt HB-lið, sum legst aftur at verja.

- Eg haldi, at vit í verandi støðu kunnu spæla rættiliga frítt, tí nakað veruligt trýst er ikki á okkum. Og hartil eru tað fyrst og fremst trý stig, sum vit hava tørv á, skulu vit halda okkum ájavnar við EB/Streym. Tí rokni eg við, at vit fara at royna at spæla tað, sum vit eru bestir til. Nevnliga framrættaðan fótbólt, har vit fara eftir sigrinum, sigur Rógvi.