Nógvar leitingar eftir fólki hava seinastu tíðina verrið í Grønlandi, og eru fleiri menn sjólætnir í ymiskum hendingum, skrivar Kristian Dahl, løgreglumaður í Nuuk Sum nevnt í farnu viku, blivu tveir menn, 42 og 46 ára gamlir, burtur hósdagin á leiðini millum Aasiaat og Kangaatsiaq, tá teir skuldu sigla millum bygdirnar. Bátur teirra varð funnin mannleysur við holi á skrokkinum, og menninir eru ikki komnir afturíaftur, hóast leitað varð í fleiri dagar við bæði bátum og tyrlu.
Mánadagin 16. varð aftur ein bátur funnin mannleysur á sjónum á leiðini við bygdina Rodebay stutt norðan fyri Ilulissat. Lítli báturin var funnin við motorinum í gongd siglandi sjálvur, men einki var at síggja til 33 ára gamla mannin, sum einsamallur í bátinum skuldi sigla frá bygdini Qeqertaq suður til Ilulissat. Hann var farin úr Qeqertaq seinnapartin mánadagin, og túrurin skuldi vanliga taka tveir tímar, men kom ikki vegin fram.
Mánakvøldið funnu fólk bátin mannleysan, og ein størri leiting varð sett í verk. Tyrla og bátar leitaðu mánakvøldið og alla týsnáttina í økinum uttan úrslit. Eftir øllum at døma er maðurin dottin fyri borð, og í kalda sjónum eru møguleikarnir ikki góðir hjá fólki at yvirliva. Vónirnnar eru sum frálíður tí kki góðar um at finna mannin aftur.