Enn ein nullloysn í Klaksvík

Hóast vágbingar restaðu fleiri av føstu monnunum, so eydnaðist tað VB at halda tætt í Klaksvík, har heimaliðið enn eina ferð vísti, at teir hava stórar trupulleikar

Tað ber illa til at rokna við øðrum hjá klaksvíkingum. Sunnudagin sóu teir í illfýsna høgættarveðrinum teirra lið spæla fyri fimtu ferð á heimavølli í landskappingini í ár. Og teirra lið fór fyri fjórðu ferð av heimavøllinum, eftir at hava verið partur av javnleiki.
Vágbingar høvdu onkra ferðina møguleika at skjóta mál. Men tað var einki at ivast í, at teir vóru meiri fegnir enn mótstøðumenninir um málleysa javnleikin. Fyritreytirnar hjá VB vóru einki serligar. Fýra teirra, sum upprunaliga vóru millum ellivu teir bestu, vóru ikki førir fyri at spæla í Klaksvík. Ein teirra var Mindaugas. Hann var í álopinum fyrstu løtuna, men tað haltaði í orðsins sanna týdningi hjá honum, og áðrenn fyrra umfarið var hálvrunnið, var hann noyddur at fara av vøllinum.
Nýggi maðurin var Hans Allan Niclassen, og hann hevði bæði dygst undan steðginum og stutt eftir steðgin stórar møguleikar at gera mál, men tað eydnaðist ikki. Seinni hevði Palli Augustinussen ein góðan møguleika, men Jákup Mikkelsen bjargaði meistarliga væl.

Órudduligt
Henda vitjanin hjá VB í Klaksvík fer ikki í søguna sum ein av teimum best spældu. Báðir partar gjørdu nógv persónlig mistøk, og tað kom ikki so ofta fyri, at upplagdir málmøguleikar spurdust burturúr.
VB miðvøllurin arbeiddi nógv, og Milan Kuljic vísti enn eina ferð, at hann er ein av teimum bestu ? um ikki tann besti ? av øllum miðvallarunum í landskappingini. Tað mesta hjá vágbingum gekk fyri seg við honum sum miðdepli, og í miðverjuni vóru Eyðun Jacobsen og Anders Sørensen sannir knassar. Ofta varð roynt við longum sendingum til Birgir Jørgensen, men tað var sjáldan, at hann fekk tamarhald á, og tá ið tað endiliga eydnaðist, so vóru heimamenninir um hann beinanvegin.
Uppspælið hjá KÍ var ikki nógv øðrvísi, enn tað hevur verið undanfarnu ferðirnar í ár. Í onkrum førum hava teir verið meiri ágangandi, enn teir hava verið aðrar ferðir. Hesa ferð vóru teir ikki so ágangandi, sum teir vóru síðsta partin av tíðini ímóti HB. Tað gekk eisini rúm tíð, áðrenn áskoðararnir tóku seg saman at geva teimum tann stuðulin, sum tað plagar at verða roknað við, at KÍ skal eiga á heimavølli.
KÍ fekk ikki spælið at hanga rættuliga saman. Í nógvum førum varð sparkað úr verjuni og fram til álopsmenninar, og tá er tað torført hjá bóltspælarunum á miðvøllinum. Onkrir glottar vóru, tá ið miðvallararnir góvu sær stundir til at spæla eitt tvey og at stinga fram ímillum og út í borðini, men málmøguleikarnir vóru ikki serliga nógvir.
Eyðun Klakstein royndi tvær ferðir við høvdinum móti málinum hjá Bjarna Johansen. Aðru ferðina sendi hann úr eitt sindur spískum í tvørtræið, og hina ferðina tveitti hann seg fram í tómrúmið, men stútarin úr lutfalsliga góðari støðu fór við síðuna av málinum.
Eftir innlegg gjørdist Jacob Bymar púra leysur mitt fyri málinum, men úr fimm metra fjarstøðu stútaði hann akkurát har, sum Bjarni Johansen stóð, og so var tann møguleikin burtur. Atli Danielsen hevði eisini eina góða roynd við høvdinum ímóti VB málinum, men tað segði tað sama.
Síðstu løtuna varð Erling Fles settur inn í KÍ álopið. Hann hevði nógva orku og legði nógv fyri, men tað spurdist einki mál burturúr, og tað gjørdi tað heldur ikki, tá ið unglingaspælarin Julian Samuelsen fekk møguleikan.
Dystargongdin kundi ivaleyst havt verið øðrvísi, um tað í 1. hálvleiki hevði eydnast Ova Nysted við høvdinum at stýra bóltinum í VB málið, eftir at hornasparksinnlegg var komið innfyri. Men bólturin fór skeivu megin stólpan.
Fyritreytirnar hjá VB vóru harvið betri, og tað vóru tær alla tíðina. Vágbingar kundu havt tiltuskað sær øll stigini, men teir vóru fegnir um javnleikin. Hjá klaksvíkingum er tað ikki sørt møtimikið og lítið kveikjandi, at teir eru meistarar í javnleikum. Í uppteljingini telur tað ikki nógv, og KÍ er framvegis nærri botninum, enn teir eru toppinum.

KÍ-VB 0-0
KÍ: Jákup Mikkelsen ? Jan Andreasen, Niclas Niclassen (Marek Wierzbicki, 77.), Ove Nysted, Harley Bertholdsen ? Eyðun Klakstein, Jan Joensen (Julian Samuelsen, 86.), Atli Danielsen, Símun Joensen ? Leon Bjartalíð (Erling Fles, 77.), Jacob Bymar
Gult kort: Eyðun Klakstein
VB: Bjarni Johansen ? Mortan úr Hørg, Anders Sørensen, Eyðun Jacobsen, Jákup Olsen ? Palli Augustinussen, Jón Pauli Olsen, Milan Kuljic, Poul N. Poulsen (Mikael í Lágabø, 68) ? Birgir Jørgensen, Mindaugas (Hans Allan Niclassen, 28./Hartmann Hansen, 88)
Gult kort:Mortan úr Hørg