Enn ein sigur til KÍF

Flogbóltskvinnurnar hjá KÍF fingu sín triðja sigur á rað, tá tær møttu TB á heimavølli. Við sigrinum nærkast tær nú heiðursmerkjum

Besta kvinnuliðið hjá KÍF í flogbólti hevur havt tað sera trupult í ár. Tær hava ligið og kappast m aftasta plássið við Mjølnir so at siga alla kappingina, og einasta ljóspunktið hevur verið, at tær tíðliga á árinum tryggjaðu sær luttøku í steypafinaluni.
Men nú tykist støðan vera broytt hjá kvinnunum úr Kollafirði, sum veruliga hava fingið gongd á spælið. Sunnudagin vunnu tær á Mjølni, og Hósdagin kom næsti sigurin á rað, tá tær møttu Drátti. Leygardagin skuldu tær so spæla ímóti TB í Kollafirði, og vunnu tær tann dystin, so kundu tær sleppa ordiliga leysir av Mjølni í botninum, samstundis sum tær kundu nærkast oddaliðunum. Hjá TB ráddi eisini um at vinna dystin fyri ikki at missa kontaktina við oddaliðini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Merkisverd byrjan
Tað var tó KÍF, sum leyp avstað í fyrsta setti. Fyrstu løtuna beni alt á ein tryggan KÍF sigur, tí mest sum alt fyri eitt høvdu tær lagt seg á odda 12-5. So valdi TB at taka Time Out, og hetta gjørdist vendin í fyrsta setti. Nú kom TB veruliga fyri seg, meðan alt steðgaði upp hjá KÍF. TB vann mest sum hvønn bólt næstu løtuna, og brádliga vóru tær á odda 22-17. Hetta megnaði KÍF ikki at gera nakað við, og sostatt vann TB fyrsta sett 25-18.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$KÍF setti seg á dystin
Í øðrum setti gekk javnt á fyrstu løtuna. Stóran part av settinum hevði TB kanska munin, men hann var ikki serliga stórur. Liðini fylgdust heilt uppá 18-18, men so setti KÍF ferð á. Tær vunnu fleiri bóltar á rað, og so megnaði TB ikki at koma inn aftur í settið, sum KÍF vann 25-20.
So stóð á jøvnum 1-1 ímillum liðini, men nú hevði KÍF fingið gongd á. Í triðja setti løgdu tær hart út, og tær vunnu seg nøkur stig fram um TB alt fyri eitt. TB royndi at stríðast fyri at koma inn aftur í dystin, men har var einki at gera. Munurin gjørdist bara størri og størri, og at enda vann KÍF 25-17.
Í fjórða setti vóru kvinnurnar úr Kollafirði enn meira sannførandi. Eisini her fóru tær nøkur stig fram um TB beinanvegin, og nú tóktist TB hava givið upp. KÍF spældi sera væl, og sum settið leið, var eingin ivi um, hvat av liðunum var tað betra. KÍF vann ein sannførandi 25-15 sigur, og so høvdu tær vunnið dystin 3-1.
Sigurin hjá KÍF var fult uppiborin. Tær vóru nógv betri enn TB, og serliga blokkurin gav TB stórar trupulleikar. Hetta var eisini triðji sigurin til KÍF innan eina viku, og nú hava tær veruliga isolerað Mjølnir í botninum. Tær kunnu í staðin byrja at hyggja upp eftir stigatalvuni, har munurin upp til heiðurmerkir bert er trý stig, men SÍ hevur tó leikt ein dyst færri.