Enn ein sigur til VÍF

StÍF-VÍF 23-27 (11-14):
VÍF kvinnur gjørdu sína skyldu í dystinum móti StÍF í høllini á Skála sunnudagin, men tað var ikki tí, at tær spældu seg út

Hondbóltur ? kvinnur

Vestmannakvinnur hava nú vunnið 22 landskappingardystir í hesum kappingarárinum av 22 møguligum. Tveir dystir eru eftir og sum tað sær út í løtuni, er eingin, sum stendur teimum kurl og tí fara tær helst gjøgnum hetta kappingarári púra ósigraðar. Einasti ivin verður helst í dystinum móti VB, sum hevur bronsumerkini at stríðast fyri. VB kann nevniliga við sigri á VÍF í Vestmanna og á Stjørnuni heima tryggja sær bronsumerkini, so tær hava nakað at stríðast fyri.

Uppiborin sigur
Sigurin hjá vestmenningum á StÍF sunnudagin var fult uppiborin. Tað er ikki oftari enn so, at bæði liðini eru nøgd tá dysturin er liðugur, men hetta var fatanin á Skála sunnudagin. Vestmennakvinnur vóru nøgdar við sigurin, sjálvt um hann kundi verið størri, og strandingar vóru nøgdar við, at tær ikki taptu meira enn tær gjørdu.
Tað var VÍF, sum setti dagsskránna frá byrjan, og áðrenn strandingar høvdu vent sær, vóru tær aftan fyri við fýra málum, sum stórt sæð helt sær gjøgnum dystin.
Einu løtuna í seinna hálvleiki fekk VÍF eina sjey máls leiðslu, men fimm minuttir seinni høvdu strandingar minkað munin niður í aftur fýra mál. Hesin munur helt sær til dystarenda og tað sá út sum øll vóru glað ...

Manuela um útileikari
Størsta hendingin á Skála var helst, at vanligi málverjin hjá vestmenningum, rumenska Manuela Stan, hevði fingið nýggjan leiklut. Hallfríð Isaksen hevði tikið yvir í málinum og tí var Manuela at síggja sum útileikari.
Vit skilja, at sjálvt um tað ikki hendir so ofta, so er tað komið fyri fyrr, at Manuela hevur verið útileikari, og tí kom hon bara væl frá. Hon kom ikki á málskjúttaralistan, men tað var bara tí, at hon brendi brotskastið sum hon tók.
VÍF-kvinnurnar fingu tó staðfest, at tær eru klárt besta liðið í deildini, tí sjálvt um tær ikki vístu alt tað tær duga, vístu tær kortini, at tær eru truplar at steðga tá spælið koyrir. Tær eru sterkar og vita væl, hvar tær hava hvørja aðra og tað kann vera trupult hjá hinum liðunum at byrgja upp fyri.

Byrjanin var ov tung
Sum sagt vóru báðir partar nøgdir við úrslitið av dystinum. VÍF tí enn ein sigur kom til høldar og tað er stórt sæð tað einasta tær hava at spæla fyri, nú meistaraheitið er vunnið og steypakappingin við. Tær kunnu eksperimentera eitt sindur og tað gjørdu tær millum annað í dag.
Hjá strandingum hevur tað har aftur í móti týdning at fáa víst, at liðið ikki er so vánaligt, sum grundspælið bar boð um. Tá vann liðið bara ein dyst og tey flestu mundu helst væntað, at uppflytararnir skuldu fara beina leið niður aftur í aðru deild.
Men tað var ein orsøk til úrslitaligu oyðimarkargongdina, tí Alina Olaru, sum í dag gjørdi níggju mál, var skadd ein stóran part av grundspælinum og hon er ein spælari sum saknur er í, tá hon ikki er tøk.
Í seinnu hálvu hava allar verið tøkar og nú hevur spælið eisini hingið meira saman. Liðið hevur vunnið fýra dystir av tíggju og hevur tryggjað sær enn eitt ár í bestu deildini og tað er í fyrsta umfari nóg mikið. Næsta ár kann málið so setast hægri.

Dysturin í tølum
StÍF ? VÍF 23-27 (11-14)
Málskjúttar:
StÍF: Alina Olaru 9, Anna B. Danielsen 6, Sunfríð B. Jacobsen 4 (2), Anna Maria Berthelsen 2 og Ileana Manolescu 2
VÍF: Joana Rapa 8 (1), Sóley Mikkelsen 8 (4), Nicoleta Radu 4, Fríða Marjunardóttir 3, Alis Høghamar 3 og Randi Kúrberg 1
Brotskøst: StÍF 2, VÍF 7
Útvísingar: StÍF 1, VÍF 1
Dómarar úr Neistanum/Kyndli: Kristian Johansen og Eyðun Samuelsen