Enn ein stórsigur

Stjørnan vann eisini tryggan sigur í seinnu hálvfinaluni ímóti StÍF í Sunset kappingini, og sostatt eru tær klárar til finaluna í bestu kvinnudeildini

HONDBÓLTUR

Tað var longu greitt eftir seinna hálvfinaludystin millum Stjørnuna og StÍF, at Stjørnan helst fór at koma víðari. Tær vunnu nevniliga sannførandi í fyrra dystinum á Skála, so spenningurin var ikki tann heilt stóri undan seinnu hálvfinaluni.
Stjørnan avgjørdi tó dystin mest sum alt fyri eitt. Tær komu nevniliga á odda 6-0, og StÍF fekk ikki sítt fyrsta mál í dystinum, fyrrenn 20 minuttir vóru farnir, so hetta fór ikki at gerast lætt hjá teimum. Í steðginum hevði Stjørnan vunnið seg heli níggju mál fram um, og her týddi okkurt uppá stórsigur.
Eftir steðgin kom StÍF heldur betri við, og nú skoraðu tær eisini fleiri mál. Allíkavæl var tað Stjørnan, sum bleiv við at økja um munin. Sjálvt um tær manglaðu Alinu, so tóktist hetta ikki at nerva tær nakað sum helst, og at enda vunnu tær við heili 15 málum í seinnu hálvfinaluni. Við sigrinum eru tær klárar at møta VB í finaluni.