Enn ein stórsigur til TB

TB hevur fingið vent skútuni rætta vegin aftur

2. deild: TB-GÍ 9-0 (4-0)


TB hevur verið heldur trupult at rokn út í ár. Teir hava tapt bæði í Runavík og í Klaksvík, men hinvegin hava teir eisini vunnið stórt. Ein av hesum stórsigrunum kom leygardagin móti GÍ. Á Sevmýri vunnu tvørámenn 9-0, og hóast teir í løtuni eru sjey stig aftanfyri oddaliðið FS Vágar, skal TB als ikki avskrivast í kappingini um uppflyting til 1. deild, haðani teir fluttu niður í fjør. Óli Johannesen spældi tveir góðar landsdystir og var eisini væl fyri leygardagin. Hann skeyt tvey mál, og tað sama gjørdu Einar Petersen og Tórður Mortensen. Dan Mortensen, Vagnur Nolsøe og Hallur Christiansen skutu hvør sítt.

Næsti dystur hjá TB verður í Gundadali móti teimum næstbestu hjá HB. GÍ skal royna at reisa seg aftur, tá teir skulu til Runavíkar at spæla móti NSÍ.