Eldratiltakið í Sørvági er altíð væl vitjað, og soleiðis var eisini, tá tiltakið varð hildið í skúlanum í Sørvági í gjárkvøldið.
Fólk úr øllum landinum koma til tiltakið, og tað er Jørgen Niclasen, sum meistarliga tekur sær av at leiða hugnaliga kvøldið.
Í gjárkvøldið var bispur, Jógvan Fríðrikson við, og hann dugir sum fáur at siga nøkur orð - til gamans og álvara.
Fólksligi Magni Christiansen undirhelt eisini við góðum sangi.
Afturmeldingarnar eftir eldratiltakið í Sørvági eru altíð góðar, og soleiðis er eisini hesaferð.
Fleiri, sum vóru við á tiltakinum í gjárkvøldið, takka fyri enn eitt frálíkt, hugnaligt og minniligt kvøld í góðari og samveru.
##med2##