Bygdaráðið samtykti at seta 1,045 mió. kr. av til fótbóltshøllina. Hetta er parturin sum kommunan skal seta í, av teimum 16 mió. kr. sum kommunurnar í felag skulu seta í ætlanina.
Higartil hava fleiri av kommununum í Eysturoynni tikið avgerð um at vera við í hesi ætlanini. Millum hesar eru Runavíkar og Leirvíkar kommunur.