Enn eitt fínt ferðamannaskip á Havnini

Í 2004 var skipið við í filminum After the Sunset, har kendu sjónleikararnir Pierce Brosnan og Salma Hayek spældu við.

Klokkan 11 fyrrapartin kom ferðamannaskipið Seven Seas Navigator á Havnina. Hetta eitt marglætisskip, sum hoyrir til reiðaríið Regent Seven Seas Cruises.

 

Í 2004 var skipið við í filminum After the Sunset, har kendu sjónleikararnir Pierce Brosnan og Salma Hayek spældu við.

 

Skipið er 170 metrar langt og 39 metrar høgt. Tað tekur 490 ferðafólk, og manningin telur 340. 

 

Har eru 245 fínar kahúttur umborð, og næstan allar hava svalir.

 

Seven Seas Navigator fer av Havnini aftur klokkan 21 í kvøld.

 

Soleiðis sær út umborð:

 

##med2##