Enn eitt met í Klaksvík

Í Klaksvík fingu tey ikki bara fyrsta innandura svimjihyl, baðiland, øku og heilsukliva og alt hitt - Nú hava tey eisini fingið fyrstu altjóða góðkenndu startskamlarnar í danska kongaríkinum í svimjihøllini í Klaksvík. Talan er um teir triðju í norðurlondum.

Hátíðarløta var í svimjihøllini í gjárkvøldið við drúgvari skrá, har røður vórðu hildnar, frágreiðingar um skamlarnar og royndarlopum av skamlunum.

Talan er um sama slag av startskamlum, sum verða brúktir til altjóða svimjistevnur sum til dømis EM, HM og OL, ið hava ein serligan kíla aftan til at seta av ímóti, og innbygda tøkni til at kunna staðfesta tjóvstartir við. Klaksvíkar Svimjihøll er so vítt vit vita bara triðja høll í Norðurlondum, ið hevur ognað sær hetta slag av skamlum, og fyrsta í danska kongaríkinum.

Torkil Mørkøre, svimjihallarleiðari bjóðaði vælkomin, og greiddi frá skránni og frá arbeiðnum, sum gjørt er. Eisini takkaði hann býráðnum og Ægir fyri eitt skilagott samstarv, sum hevði lyft svimjihøllina á altjóða støði.

Dan Hjelm, formaður í Ægir helt røðu og takkaði býráðnum fyri gott samstarv og helt tey við hesum taki, høvdu lyft seg á altjóða støði, so sum tað sømdi seg einum røttum felag.

Borgarstjórin, Gunvá við Keldu og Jógvan Skorheim, formaður í Mentanarnevndini, saman við Jón Heystoy, formanni í Svimjisambandi Føroya avdúkaðu startskamlarnar.

Jógvan Skorheim formaður í Mentanarnevndini helt røðu, har hann vísti á, at tað er stuttligt at vera partur av einari kommunu, ið eigur fólk og felagsskapir, ið virkuliga vilja okkara býi tað besta. Vit síggja tað ferð eftir ferð, at felagsskapir ynskja at taka tøk, fyri at Klaksvíkin skal síggjast á heimskortinum. Mentanar- og ítróttarfeløgini sláa seg ikki til tols við at standa í stað. Heldur vilja tey gera alt, fyri at koma longur fram innan teirra grein.

So hevur eisini verið hesaferð. Tá ið skammlarnir skulu keypast, var tað ikki møguligt hjá Klaksvíkar Býráð einsamøllum at standa við hesari íløgu. Men við góðum samstarvi og ein ótrúligum vilja frá svimjifelagnum Ægir, fingu vit eina loysn á hesum. Eyðkenni fyri samstarvið var, at báðir partar vildu felagnum og Klaksvíkini tað besta, og vóru til reiðar at taka tøk. Og nú er sjón fyri søgn - tað hevur eydnast!

Áðrenn svimjarar hjá Ægir royndu startskamlarnar, greiddi Petur Heðin á Fløtti, venjari frá hvussu teir virkaðu og serliga frá týdninginum av hesum fongi til tann føroyska svimjiheimin.

Jón Heystoy, formaður í Svimjisambandi Føroya helt røðu; har hann metti at hetta var so stórt lop í altjóða heimin, at nú kundi bert ein 25 x 25 m hylur, fyri ikki at tala um ein 50 m hylur, gera tað betur. Tit eru undangongufólk her norðuri og tit duga at taka tøk! Tað hava tit víst fleiri ferðir.

Síðani varð boðið til kaffi og køkur, og prátið gekk so lystiliga - Ikki sørt at bæði politikara, umsjónarfólk og svimjifólk annars vóru nakað errin. Men tað høvdu tey sanniliga grund til.

Og longu í dag sleppa startskamlarnir at royna seg, tí tá er svimjikapping fyri 15 ára gomul og yngri í svimjihøllini í Klaksvík.

Orð og myndir: Dávur Winther