Enn eitt nýtt met til Pál

Úrslitini hjá føroysku HM-svimjarunum í Melbourne hava verið avbera góð, og áðrenn Pál Joensen fór í hylin í nátt, at luttaka í kappingini á 1500 m frí teininum, høvdu føroyingarnir sett heili fimm nýggj met.

 

Føroyingarnir høvdu góðar vónir undan seinastu kappingini hjá Pál í gjárkvøldið. 1500 m frí er helst hansara sterkasta grein, og tí var ikki óhugsandi, at enn eitt nýtt met fór at koma á hesum teini. Pál átti sjálvur gamla metið, sum var 16.33,14, men hetta metið bleiv sligið í Melbourne í nátt. Pál svam í riðli 2, og hann kom á mál í tíðini 16.23,56. Við hesi fram úr góðu tíðini tók hann heili 10 sekund av gamla metinum.

 

Hetta gjørdist sostatt triðja metið, sum Pál setti í HM-kappingini, og føroysku svimjararnir hava tilsamans sett seks nýggj met á túrinum. Mona, Jutta og Kristan hava sett eitt met í part, meðan Pál sumsagt hevur sett trý nýggj føroyskt met.

 

Kappingin hjá Pál í nátt var tann seinasta hjá føroyingunum á hesum sinni. Ferðalagið verður aftur í Føroyum hósdagin, og ikki kann sigast annað enn, at úrslitini hava verið ótrúliga góð hjá ungu føroysku svimjarunum.