Alsamt fleiri skip verða skrásett í FAS-skipanini, og í dag varð svenska frálandaskipið Franklin skrásett undir føroyskum flaggi.
Skipið hevur áður havt heimstað í Svøríki og kallast Franklin. Nú hevur Franklin heimstað í Miðvági.
Skipið er smíðað í 1985 á North Queensland Engineers & Agents Pty. Ltd.
Tað er felagið MMT FO, ið hevur skrásett skipið undir føroyskum flaggi. Fyri stuttari tíð síðan varð sleiparin Freja skrásettur í Tórshavn.
Tað veit heimasíðan www.skipini.fo at siga.