Mótstøðuliðið var FC Vestsjælland, sum droymir um at flyta upp í SAS-deildina, men hesar ætlanir fingu eitt skot fyri bógvin, tá tað eydnaðist Atla og teimum at spæla 2-2.
Atli, sum spældi allan dystin á miðvøllinum, var ikki partur av nøkrum av málunum.
Tað var annars FC Vestsjælland, sum tvær ferðir var á odda, men í báðum førum megnaði FC Roskilde at koma aftur í aftur og javna.
Harvið staðfesti FC Roskilde góðu byrjanina upp á árið, har teir hava fingið átta stig burtur úr trimum dystum. FC Roskilde liggur fýra stig omanfyri niðurflytingarmarkið.