Enn eitt summar við ongum ferðafólki

- Reglurnar fyri sóttarhaldi fyri ferðafólk, sum eru koppsett, fara ikki at gera tann stóra munin, skrivar Sermitsiaq.

 

 

 

Sjálvt um avmarkingarnar við ferðing til Grønlands eru linkaðar nakað fyri ferðafólk, sum eru koppsett, eru vónirnar hjá grønlendsku ferðavinnuni fyri summarinum ikki tær stóru. 

 

Í fjør vitjaðu umleið 19.000 ferðafólk í Grønlandi, og vónirnar um summarið hesaferð eru ikki góðar. Væntað verður nevniliga, at talið av ferðafólki fer at líkjast talinum í 2020.

 

Undanfarin ár plagdu annars eini 100.000 ferðafólk at vitja í Grønlandi - við ferðafólkaskipum, flogførum og tyrlum. Men, grønlendingar duga ikki at síggja, at útlitini í ár eru nakað serlig.

 

Tey, sum eru aktiv í grønlendsku ferðavinnuni, vænta ikki, at linkaðu reglurnar fyri sóttarhaldi fyri ferðafólk, sum eru koppsett, fara at gera tann stóra munin.  

 

Sermitsiaq veit at siga, at ferðafólk, sum eru koppsett, skulu framvegis sita avbyrgd, til tey eru endurkannað á øðrum degi eftir komu. Tá kunnu tað ganga upp í 72 tímar, áðrenn svarið fyriliggur.

 

Tað merkir, skrivar grønlendska heimasííðan, at ferðafólk, sum koma til Grønlands, kunnu rokna við at bíða í einar 3-5 dagar, áðrenn tey eru leysgivin. 

 

Hetta er ein bati í mun til reglurnar frammanundan, men hildið verður ikki, at tað verða mong ferðafólk, sum tíma at sita í sóttarhaldi í fleiri dagar av sínari frítíð í Grønlandi.

 

- Eg eri fegin um, at krøvini eru linkað fyri ferðafólk, sum eru koppsett, men tað er framvegis soleiðis, at fólk koma at sita í sóttarhaldi í minsta lagi trý samdøgur.

 

Tað sigur ferðavinnuleiðarin í Innovation South Greenland, Sarah Woodall, við Sermitsiaq.