Enn eitt tap ímóti Luksemborg

Hesaferð tapti hondbóltslandsliðið við fýra málum Heldur ikki í dag rakk tað hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, sum í tveimum dystum hevur roynt seg ímóti Luksemborg.

 

Luksemborg vann dystin í Vestmanna við 28-24. Støðan í hálvleikinum var 13-12 til Luksemborg.

 

Føroysku málskjúttarnir vóru hesir: Dánjal Tórgarð 3, Finnur Hansson 3, Heini Hanusarson 3, Rógvi Sørensen 3, Tróndur Kragesteen 3, Høgni Klein Olsen 3, Hans Áki Dahl Christiansen 2, Jóan Pauli Høgnesen 2, Rúni Fossdal 1, Sveinur Justinussen 1

 

Toppskjúttar hjá Luksemborg vóru: Michel Gulbicki 6, Max Kohl 6, Dani Scholten 5

 

Talan var um tvey jøvngóð lið í tveimum dystum, men Luksemborg hevur eitt landslið, sum hevur nógv fleiri royndir í nógvum landsdystum, sum teir hava spælt seinnu árini, sum gjørdi, at teir høvdu tað avgerandi rutinina at avgera dystirnar í Føroyum, sum teir vunnu 22-21 í Kollafirði ígjár og 28-24 í Vestmanna í dag.

 

Føroyska liðið brendi eisini ov illa í báðum dystunum.