Enn eitt troystarsleyst tap

Toftamenn tykjast stevna beina lið í næstbestu deildina. Sunnudagin gjørdist talan aftur um tap. Hesaferð fyri Skála, sum hinvegin heldur fast um silvurplássið

Fótbóltur

Tað er ikki frítt, at ein deymur av Europa er komin yvir Skála í ár. Fyrr hava eureisku ævintýrini einamest snúð seg um teir hondbóltsdystir, sum fyrst VÍF og síðani StÍF hava leikt í europeiskum høpi í høllini á Skála, ella hevur tað verið okkurt útlendskt skip, sum hevur verið til umvælingar á Skipasmiðjuni.
Fótbólturin er í øllum førum ikki settur í europeiskt høpi fyrr, men tað er nú alsamt meira, sum talar fyri, at hetta verður veruleiki næsta summar.

Bílig Skála-mál
Sunnudagin var B68 á vitjan, og tó at toftamenn eru avgjørda botnliðið í deildini, so var tað ikki heilt frítt, at Skála-menn bóru ótta fyri dystinum sunnudagin. Ikki minst tí liðnum restaði fýra av teimum leikarum, sum vanliga plaga at vera fastir millum teir fyrstu ellivu.
Tað eydnaðist tó hjá Skála at basa mótstøðuni, og ikki minst, so bóru málini boð um eina typiska botntilveru. Fyrru ferðina var talan um afturlegging til málverjan, har Jónhard Frederiksberg smoygdi sær ímillum, og í øðrum lagi var talan um hálvkiksað útspæl frá málverjanum, sum Nenad Stankovic ? við einum framúr sparki - kundi gera sær dælt av. Hann smekkaði til at miðjum vølli, og so kundi Meinhardt Joensen, sum er nýggjur í Tofta-málinum bara hyggja, meðan bólturin sveimaði í meskarnar.
Eftir steðgin royndi B68 at bera í bøtuflaka fyri mistøkini í fyrra hálvleiki, men hóast teir royndu at trýsta, so var so sum so við møguleiknum, og málið frá Anderson mundi kennast sum ein fátøk troyst í niðurflytingarstríðnum.
Her er B68 framvegis á niðasta plássinum við fimm stigum upp til ÍF. Fimm dystir eru eftir at spæla, og í tí triðja seinasta av hesum skal B68 á heimavølli taka ímóti fuglfirðingunum. Ein dystur sum longu nú tykist vera tann, sum fer at gera av, hvat av liðunum noyðist at spæla leygardag komandi kappingarár.