Enn er eingin avgerð tikin

Landsstýrismaðurin sigur, at tað verður ikki enn, at støða verður tikin til, hvar nýggjasti almenni stovnur í Føroyum, skal vera

 

 

 

Enn er eingin avgerð tikin um, hva nýggjasti almenni stovnurin í Føroyum, Veðurstovan, skal vera. Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, nær Veðurstovan verður flutt vestur á flogvøllin í Vágum.

 

Les meiri um tað her: Vil hava at vita nær veðurstovan verður flutt vestur í Vágar

 

Landsstýrismaðurin staðfestir Veðurstovan liggur undir Vørn, men tað er ógvuliga stutt fráliðið síðani leiðari varð settur fyri Veðurstovuna. Men tá ein tíð er frá liðin, fari landsstýrismaðurin at seta seg í samband við avvarðandi partar, sum eru leiðslan á Vørn, deildarleiðarin á Veðurstovun og umboð fyri veðurmenningarbólkin.

 

– Endamálið er at lýsa virksemið hjá Veðurstovuni og tá ið tað er liðugt, verður ein endalig støða tikin til, hvussu Veðurstovan skal skipast, hvussu hon skal mennast – og tá verður støða eisini til til, hvar í landinum Veðurstovan skal vera.