Í løtuni er steðgur í samráðingunum og enn er óvist, hvussu tað verður. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnnumálum. Samráðingar hava verið ímillum landsstýrið og bretsku stjórinina um eina sáttmála um fiskirættindini hjá føroyskum skipum í bretskum sjógvi, og rættindini hjá bretskum skipum undir Føroyum.
Men tað gongur ikki betri enn næstbest, og Jacob Vestergaard sigur í tíðindunum á FM1, at beint nú dugur hann ikki at siga, hvat úrslitið verður, og um ein semja yvirhøvur fæst í lag.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jacob vestergaard greiða frá, hvat tað serliga er, sum skilur partarnar