Søgur hava gingið um, at tað er útselt til Summar Festivalin, men tað er tað ikki. Eini 1000 atgongumerki eru framvegis til sølu Nógv atgongumerki eru seld til Summarfestvalin, men tó eru enn atgongumerki eftir.
Fyrireikararnir hava roknað við at kunna selja um 8000 atgongumerki og higartil hava umleið 7000 fólk verið á festivali.
- Tað kann væl vera at atgongumerkini eru útseld á onkrum sølustøðum, men so er at finna tey aðrastaðni, sigur Steintór Rasmussen.
Dagsbillettir og vikuskiftspass fáast eisini til keyps við inngongdina til festivalin.