Hóast Kunningarstovan letur aftur nú, ber til at keypa atgongumerki við dyrnar.
Nú Kunningarstovan, har atgongumerki hava verið til keyps til Bellamy Brothers í kvøld, letur aftur nú, ber framvegis til at ogna sær atgongd til konsertina.
Eyðun Samuelsen, ein av fyriskiparunum, sigur, at tað framvegis ber til at keypa atgongumerki við dyrnar.
- Tað eru fleiri atgongumerki eftir til sølu, og tey fáast við dyrnar. Eg vil kortini mæla fólki til at verða nóg tíðliga til staðar, tí tað kann taka nakað av tíð at sleppa framat, um fólk koma í síðstu løtu, sigur Eyðun Samuelsen.