Fyri góðari viku síðani skrivaðu bygdaráðsformaðurin í Kollafirði og býráðsformaðurin í Havn undir avtalu um at leggja kommunurnar saman 1. jan. 2001. Á fólkaatkvøðuni leygardagin frammanundan í Kollafirði var greiður meiriluti fyri samanleggingini. Í hesum sambandi segði býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, at um nøkur ár býr helmingurin av Føroya fólki í Tórshavnar kommunu.
Hyggja vit at Suðurstreymoy eru allar bygdirnar rundan um høvuðsstaðin innlimaðar í Tórshavnar kommunu ? uttan Nólsoy og bygdirnar vestanfyri Kirkjubøur og Velbastaður. Hvørjar tankar gera fólk í Kirkjubø og á Velbastað sær, nú Kollafjørður er komin uppí Havnina og nú kommunusamanlegging er so nógv frammi.
? Vit fylgja væl við, hvat hendir á økinum og tosa leysliga um hesi viðurskifti í kommununi, men enn er tað ikki vorðið eitt ítøkiligt mál, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður í Kirkjubøar sókn, sum fevnir um bygdirnar Velbastað og Kirkjubø.
? Vit hava eitt gott og fyrimyndarligt samstarv við Tórshavnar kommunu um KOB, rottangaskipanina, skúlar, brandstøðina og annað. Samstarvið gongur báðar vegir, í løtuni ganga nógv børn úr Havn í barnagarðinum á Velbastað, sigur Annfinn Brekkstein.
? Mín varhugi er, at fólk skilja betri í dag enn fyri fáum árum síðani, at samanlegging er leiðin at ganga. Útviklingurin hevur gjørt, at tað er vorðið ein veruleiki. Í bygdaráðnum verða vit noydd at taka spurningin upp til viðgerðar fyrr ella seinni, kanska fyrr enn ætlað, og kanna fyrimunir og vansar við eini møguligari samanlegging, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður at enda í viðtali.