Enn liggur fótbóltsframtíðin hjá Viljormi í Vejle

(Frá Rás2) Eisini Viljormur Davidsen staðfestir, at sveisiska liðið var framúr gott

- Eg havi eitt ár eftir av mínum sáttmála í Vejle, men kemur okkurt spennandi tilboð, ja so hyggi eg sjálvandi uppá tað. Orðini eigur Viljormur Davidsen.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Viljorm Davidsen aftaná 0-2 tapið hjá føroyska landsliðnum í HM-undankappingardystinum ímóti Sveis á Tórsvølli.

 

Viljormur Davidsen staðfestir eisini, at talan var um eitt sera sterkt mótstøðulið, sum dugdi væl at flyta bóltin. Tó heldur hann, at føroyska liðið stóð seg væl tað fyrsta korterið og tað seinasta korterið av dystinum.