Enn stórur vandi fyri skriðulopi í Grønlandi

Tað kann framvegis enda heilt galið á vestursíðuni í Grønlandi

Hóttanin móti Nuugaatsiaq og Illorsuit kemur ikki einans frá einum lítlum fjallaøkið, sum kann fara í havið.

 

 

Tí Sermitsiaq skrivar í dag, at øll fjallasíðan móti Karrat Isfjord er sera óstabil. Geologar hava funnið enn eitt stað, sum er í vanda fyri skriðulopi.

 

 

- Í hesari byrjanini hevur man funnið tvey øki, sum eru í vanda. Tað eina er tað, sum hevur verið í miðlunum, men tað er eisini eitt longur vestri, tættari við Nuugaatsiaq, sum er í vanda, sigur Bo Naamansen, serfrøðingur við AG.

 

 

Serfrøðingar í Grønlandi hava kannað alt økið og tað letur til, at tað er stórur vandi fyri at fleiri øki aftrat kunnu leypa og tað er orsøkin til, at fólk í Nuugaatsiaq og Illorisuit ikki sleppa til hús aftur.