Enn standa menn í skúri og egna

Hóast toska-og hýsuveiðan enn ikki er komin upp á eitt líkinda støði aftur, eru tað kortini útróðrarmenn, sum fáa tað at bera til.

Hóast toska-og hýsuveiðan enn ikki er komin upp á eitt líkinda støði aftur, eru tað kortini útróðrarmenn, sum fáa tað at bera til. Soleiðis er í Sundalagnum og á Eiði, har nakrir bátar í heyst hava fingið nógvan fisk. 

 

Millum bátarnar, sum plaga at landa á Eiði, eru Gunnvá, Gordrúgvin, Luttur og Falkurin, sum er heimahoyrandi á Skála.

 

Alt eftir, hvussu veðurlíkindini hátta sær, plagar Falkurin eisini at landa á Toftum.

 

Aðrir bátar, sum regluliga landa á Toftum, eru Hvítaberg av Strondum og Keldan úr Runavíkarøkinum. Millum toftamenninar, sum eisini rógva út, eru eitt nú Magnus (Maggi) í Hjøllum við bátinum Heidi og Jonhard á Regni við Glúpi.

 

Sum skilst, hava hesir útróðrarbátar havt rímiliga góðan og heilt góðan fiskiskap seinastu tíðina, og nú heystið er so langt liðið, er meginparturin av veiðini toskur.

 

Viðhefta mynd er tikin í egningarskúrinum hjá Falkinum á Skála, har eldri menn eru óførir at egna línurnar hjá dugnaliga útróðrarmanninum og bátaeigaranum, Sjúrða Joensen.