Leygardagin fekk filmurin Bye Bye Blue Bird hjá Katrini Ottarsdóttir tvær heiðurslønir á 13. Norðurlendsku Filmsstevnuni í Ruen í Fraklandi.
Talan er um Áskoðaraheiðurslønina, har áskoðararnir atkvøða um, hvønn film teimum dámar best, og Ungdómsfilmsheiðurslønina. Í dómsnevndini fyri hesa heiðursløn sita 9 ungfólk.
Ikki fyrstu ferð
Filmurin hjá Katrini hevur verið heiðraður áður og hetta eru triðja og fjórða ferðin, at hann fær heiðursløn.
Áður hevur filmurin fingið heiðursløn á filmsstevnum í Lübeck í Týsklandi og Rotterdam í Hollandi. Eisini hevur hann fingið góða ummrøðu á filmsstevnu í Mannheim-Heidelberg í Týsklandi.
Nógv eftirspurdur
Katrin Ottarsdóttir hevur verið í Ruen og tikið ímóti heiðurslønunum og hon steðgar tveir dagar í Amsterdam á heimvegnum í samband við, at filmurin skal á ferð til sýningarhøli har í landinum.
Í hesum døgum verður Bye Bye Blue Bird eisini sýndur í París, har Det Danske Filminstitut skipar fyri sýningum av nýggjum donskum filmum.
Í juli skal filmurin á filmsstevnu í Karlovy Valy í Tjekkia og óivað skal filmurin aðrastaðni eisini.
Á Det Danske Filminstitut, ið stendur fyri at senda filmin til stevnur, verður sagt, at Bye Bye Blue Bird er filmurin, ið flest stevnur spyrja eftir. Fyri at nøkta tørvin, hava tey gjørt eitt eyka eintak av filminum.
Út í heim
Ætlanir eru eisini um at fáa filmin í sýningarhøli úti í heimi.
Arbeitt verður við hesum. Samráðingar eru í gongd við filmskeyparar í Hollandi, Italia, Japan og USA.
Slíkt tekur drúgva tíð og enn er ov tíðliga at siga, hvat kemur burturúr hesum samráðingum.
Til ber at kaga inn á heimasíðuna www.byebyebluebird.dk